Prísir
Í fyrstu atløgu kann eg hyggja at onkrum tekstum hjá tær fyri at meta um støðið á enska málbrúkinum – hvørt tørvur er á rættlestri, málreinsan, umskriving ella um kanska ongin tørvur er á broytingum yvirhøvur. Hendan tænastan er ókeypis.
Síðani hyggi eg at uppgávuni og geri eina fyribils kostnaðarmeting, grundað á slag av uppgávu, torleikastig og hvussu langa tíð eg vænti at brúka.
So tosa vit saman aftur og koma helst fram á eitt gott tilboð fyri báðar partar.
Tað er ikki lætt at seta tøl á vinning og tap á hesum økinum, og tí er tað kanska lættast bara at siga, at ongin tørvur er á eini íløgu í at bøta um samskiftið út í heim. Men ein tílík íløga tjenar seg skjótt innaftur, tí tað kann lættliga fara at kosta í hinum endanum, um samskiftið ikki er á hóskandi støði. Les meira um tað her.
Set teg í samband við Prosa, so tosa vit nærri um prís, tænastur og annað.