top of page

Marknaðarføring

​

Málrættað marknaðarføring út í heim.

​

Prosa hevur millum annað:
 

  • Ment hugskot og gjørt brandingarátøk á sosialum miðlum fyri bretskar fyritøkur sum til dømis Tesco, Lidl, NatWest, the Metropolitan Police, umframt smærri fyritøkur,

  • Skrivað valtilfar á sosialum miðlum fyri politikarar í London og Dorset økjunum,

  • Gjørt strategiir til sosialar miðlar hjá kommunum í Suðuronglandi,

  • Skrivað, ráðgivið um og sett saman "investor decks" fyri amerikanskar íverksetarafyritøkur,

  • Vinklað boðskap til altjóða lýsingar, heimasíður og sosialar miðlar hjá smærri fyritøkum í Føroyum, Danmark, Noregi og Ukraina,

  • Redigerað og gjørt kreativt íkast til filmsleikrit og sangtekstir í Skotlandi,

  • Promoverað norðurlendska gransking altjóða í tøttum samstarvi við videnskab.dk og forskning.no,

  • Virkað sum lýsingaráðgevi og tekstredaktørur á "Focus Denmark", ið er tíðarritið hjá danska uttanríkismálaráðnum,

  • Redigerað og vinklað online-tekstir altjóða fyri Københavns Universitet og Oslo Universitet,

  • Skuggaskrivað bøkur fyri privatpersónar í Bretlandi, Danmark og Føroyum,

  • Ráðgivið um altjóða vinkling á sosialum miðlum fyri ukrainskar myndugleikar undir krígnum móti Russlandi.

​​

Lærdómur higani: Fyri at raka rætt uttanlands kann tað loysa seg at evna boðskapin meira enn bara at týða føroyskan tekst til onnur mál.

​

Við hesum royndum kann Prosa veita tíni fyritøku ein fyrimun í kappingini um útlendsku kundarnar.

​

Prosa veitir tekst og boðskap á altjóða støði. Fyri at fáa grafiska partin við, kann ein pakkaloysn fáast í lag í samstarvi við annan veitara.

​

Les meira um royndir og kvalifikatiónir her.

​

Fútalág 42, kj. Tórshavn

Telefon: 278920

Teldupostur: info@prosa.fo

V-tal: 622141

Konto: 6460-5614882

© 2016 Prosa

bottom of page