Tekstviðgerð – rættlestur og málreinsan
Umframt rættlestur, veitir Prosa orð-fyri-orð tekstviðgerð.
Hendan tekstviðgerð umfatar at rætta stavivillur, teknseting og grammatiskar villur, inniber hetta reinsan av máli, tóna og orðaljóði – at broyta orð, skera burtur óneyðug orð, gera orðingar so týðiligar sum gjørligt, vinkla tekstin til ávísar móttakarar, rætta óstøðugt málbrúk, o.s.fr.
Kvalifiserað tekstviðgerð kann hava eina stóra ávirkan á hvussu samskiftið út í heim eydnast. So tað loysir seg at koyra tilfarið ígjøgnum Prosa filtrið, áðrenn tað verður sent út í heim.
